Ein møguleiki til tykkum, ið vilja hava eina uppliving í felag úti í føroysku náttúruni á rossabaki, njóta góðan mat og samveru.
Riðið verður úr Havn til Velbastaðar á góðu og róligu íslandsrossunum hjá Berg Hestum.
Farið verður eftir nýggjumm og gomlum hagagøtum. Á Velbastað bjóðar Heimablídni við Onnu og Óla eina fjølbroytta máltíð í heimligum umhvørvi. Íblásturin kemur úr siðbundnu føroysku matgerðini.
Vertir:
Jacklin Durhuus og Leif Berg hava seinastu 20 árini bjóðað ríðitúrar á íslenskum rossum á gøtunum í Havnadali og har um leiðir.
Anna og Óli eru bóndur og hava 150 áseyðir í Lambhaga á Velbastað. Tey leggja dent á, at nýta tilfeingi á garðinum. Eisini nýta tey aðrar føroyskar ráðvørur og bjóða til borðs heima hjá teimum í Gerðinum.